Granskingardepilin fyri samfelagsmenning

Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning

Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning er sprottin úr Granskingarverkætlan fyri økismenning, ið hevur havt sjálvstøðuga játtan á fíggjarlógini síðani 1. januar 2000. Frá 1. januar 2008 hevur depilin verið sjálvstøðugur stovnur undir eftirliti av rektara Fróðskaparsetursins og í samstarvi við Søgu- og samfelagsdeildina við Fróðskaparsetrið.

Endamálið við Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning er at fremja og menna samfelagsvísindiliga gransking við denti á samfelagsmenning.

Virksemið er fíggjað helvt um helvt við játtan á løgtingsfíggjarlógini og við inntøkum frá verkætlanum fyri stovnar, virki og feløg, umframt frá luttøku í altjóða granskingarverkætlanum.

 

Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning

Vágsvegur 48
Postboks 18
FO-900 Vágur
Tlf. + 298 604070
Fax. +298 374476
T-postur: info(a)socdev.fo

 

Heimasíða: Minst fýra mál til øll
Ráðstevnu um fleirmæli í Norðurlondum